Í Svøríki eru skrásett 114 deyð við korona seinasta samdøgrið.
Tað sæst í eini uppgerð frá svensku heilsumyndugleikunum.
Tað er ein munandi hækking í mun til teir tveir dagarnar frammanundan, tá tað vóru skrásett ávikavist 12 og 20 andlát.
Tað er kortini trupult at samanbera tølini, tí tey eru ofta seinkaði um vikuskiftini og tá heiligdagar eru.
Við dagsins dagføring er talið av deyðum í sambandi við korona í Svøríki uppi á 1.033.
Tilsamans 11.445 eru staðfest positiv við koronavirus í Svøríki. 915 hava verið ella eru í viðgerð í løtuni á intensivari deild.
Svøríki hevur valt aðra strategi ímóti koronakreppuni samanborið við flestu onnur lond. Í Svøríki hava tey eitt nú valt at hava skúlar, matstovur og handlar opið í kreppuni.
Tann strategiin hevur fingið nógvar atfinningar. Í grein í Dagens Nyheder lýsa 22 granskarar svensku strategiina sum »miseydnaða«, og at nú má stjórnin taka stig.
Sambært granskarunum hevur svenska fólkið fingið ivasamar upplýsingar frá heilsustýrinum.
Hesum vísir stjórin í heilsustýrinum, Anders Tegnell, aftur á tíðindafundi í dag.
– Eg vísi aftur, at vit ikki hava nakra ætlan, sum er stýrd niður í smálutur, og at deyðstøllini eru skeiv, sigur Andres Tegnell sambært svensku tíðindastovuni TT.
Hann viðgongur samstundis, at Svøríki hevur havt »ólukkuligar« tilburðir á fleiri røktarbeimum, har virusið hevur rakt tey gomlu hart.
/ritzau/