12 fólk deyð í hópdrápi í Virgina í USA

12 fólk eru deyð og 4 særd í einum skottilburði í býnum Virginia Beach í USA. Tann mistonkti illgerðarmaðurin er deyður.

12 fólk eru deyð í einum hópskottilburði í einum kommunalum umsitingarbygningi í statinum Virgina seint í gjárkvøldið okkara tíð.

Tað sigur løgreglan á staðnum í býnum Virgina Beach á einum tíðindafundi í nátt sambært fleiri amerikanskum miðlum.

Samstundis eru fýra fólk særd.

Boðað varð fyrst frá í nátt um 11 deyð, men ein persónur er deyður seinni á veg á sjúkrahúsið.

##med2##

Skottilburðurin var seinnapartin í gjár umleið klokkan fýra lokala tíð í einum umsitingarbygningi, sum liggur nærindis ráðhúsinum í Virginia Beach.

Sambært løgregluni er mistonkti illgerðarmaðurin deyður. Hann varð dripin í skotbardaga við tungt vápnaðar løgreglumenn, sum komu á staðið stutt eftir at hava fingið fleiri neyðfráboðanir.

Eisini ein løgreglumaður varð raktur av skotum, men ein skottryggur vestur bjargaði honum lívið.

Tann mistonkti illgerðarmaðurin var ein, sum í mong ár hevði arbeitt í deildini hjá býarstýrinum fyri almenna bygging. Tað sigur James Cervera, løgregluovasti í Virginia Beach, sambært tíðindastovuni AP.

Hann sigur víðari, at illgerðarmaðurin fór at skjóta ímóti starvsfólkum í bygninginum og skeyt tilvildarliga ímóti teimum, sum vóru til staðar.

Løgreglan heldur, at tann mistonkti illgerðarmaðurin var einsamallur um gerðina.

Borgarstjórin í býnum, Bobby Dyer, sigur í eini fráboðan, at tað er »tann ræðuligasti dagurin« og søgu býarins.

Megan Banton, eitt av kommunalu starvsfólkunum, sum var í bygninginum, tá skottilburðurin fór fram, sigur við AP, at hon skjótt byrgdi fyri dyrnar til skrivstovuna hjá sær og ringdi til alarmsentralin.

– vit royndu at gera lat, sum vit kundu fyri at fáa øll úr vanda. Vit eru øll skelkað.

– Tað kennist ikki veruligt, tað var sum ein marra, sigur hon.

Á skrivstovu hennara vóru umleið 20 fólk til arbeiðis, tá illgerðarmaðurin fór at skjóta.

Ein talspersónur fyri amerikanku samveldisløgregluna, FBI, sigur, at samstarvað verður við lokalar myndugleikar á illgerðarstaðnum.

Bygningurin, har skottilburðurin fór fram, hýsir fleiri ráðum og skrivstovum við ábyrgd fyri býarmenning, almenna bygging og fyriskipan. Tað sigur eitt umboð fyri býarstýrið við tíðindastovuna Reuters.

 

/ritzau/

Shooting at Virginia Beach Municipal Center