179 føroyingar fingið staðfest smittuna

Tað eru nú í alt 179 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4653 kanningarúrslit

Landslæknin er komin eftir, at tað í gjár av røttum skuldu verið 178 og ikki 177 persónar, sum høvdu fingið staðfest smittuna.  

Sostatt er ein persónur staðfestur smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.