180 milliónir til sperdar fjølmiðlar í Danmark

Danska mentamálaráðfrúan Joy Mogensen er nú klár við einum hjálparpakka til danskar fjølmiðlar.

Eftir stórt trýst frá flokkunum í Fólkatinginum er Joy Mogensen, mentamálaráðfrú, klár vieinum hjálparpakka til donsku fjølmiðlarnar. (Savnsmynd) – Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix

Eftir stórt trýst frá flokkunum í Fólkatinginum er Joy Mogensen, mentamálaráðfrú, klár vieinum hjálparpakka til donsku fjølmiðlarnar. (Savnsmynd) – Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix

Joy Mogensen, mentamálaráðafrú, sigur við DR, at stjórnin kemur við einum hjálparpakka til danska miðlar upp á umleið 180 milliónir krónur.

Nógvir – ikki minst lokalir – miðlar eru hart raktir av fallandi lýsingarinntøkum undir koronakreppuni.

– Uppleggið er, at miðlarnir kunnu fáa endurgoldið mistar lýsingarinntøkur undir koronakreppuni.

– Vandi er fyri, at tað gongur út yvir fólkaræði og felags samrøður okkara, segði Joy Mogensen við DR.

Sambært DR er ætlanin hjá stjórnini ein endurgjaldsskipan í fleiri stigum, sum er fyri harðast raktu miðlarnar, sum kunnu fáa 80 prosent av mistu lýsingarinntøkunum endurgoldnar.

Tær 180 milliónir krónurnar eru ein meting. Talið kann gerast hægri ella lægri, alt eftir hvussu nógvir miðlar verða við.

– Tað vit samráðast um, er ein rættur. So fer tað at kosta tað, sum krevst, fyri at vit fáa donsku fjølmiðlarnar ígjøgnum kreppuna, sigur Joy Mogensen við DR.

Fleiri danskri miðlar eru longu hart raktir, tí at lýsingarinntøkurnar eru so nógv minkaðar.

Berlingske hevur boðað frá uppsøgnum, Altinget hevur havt uppsagnir, og Helsingør Dagblad er sett til sølu – og verður tað ikki selt, so gevst blaðið.

Samráðingar verða um hjálparpakkan í dag. Framsøgumaður í mentamálum hjá SF, Jacob Mark, skrivar á Twitter:

– Miðlarnir í Danmark hava brúk fyri eini hjálpandi hond, so vit varð veita frælsar og kritiskar miðlar eftir kreppuna. Latið okkum fáa hesar samráðingar lidnar.

Eftir stórt trýst frá flokkunum í Fólkatinginum er Joy Mogensen, mentamálaráðfrú, klár vieinum hjálparpakka til donsku fjølmiðlarnar. (Savnsmynd) – Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix