184 eru nú smittað

Ein persónur er staðfestur smittaðir seinasta samdøgrið. Tað eru sostatt í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna

Hetta byggir á í alt 5035 kanningarúrslit.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 120 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna.
Tveir persónar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.