19 deyð í Svøríki – 22 í Norðurlondum tilsamans

22 andlát eru løgdst aftur at deyðstølunum av koronavirus í Norðurlondum seinasta samdøgrið.

Handilsmiðstøðir eru opnar í Svøríki, sum hevur sett nógv linari tiltøk í verk enn hini Norðurlondini. - Mynd: Tt News Agency/Reuters

Handilsmiðstøðir eru opnar í Svøríki, sum hevur sett nógv linari tiltøk í verk enn hini Norðurlondini. - Mynd: Tt News Agency/Reuters

Tilsamans eru 4.789 fólk í Norðurlondum deyð av koronavirus. Tað eru 22 fleiri enn í gjár. Samdøgrið frammanundan vaks talið av deyðum í Norðurlondum við tíggju. Tað eru lutvís lág tøl, og tað kann vera tí, at uppgerðirnar frá vikuskiftinum eru seinkaðar í Svøríki.

Við einum fólkatali tilsamans upp á góðar 27,4 milliónir svarar talið av deyðum til góð 17,5 fyri hvørjar 100.000 borgarar.

Hvørki í Føroyum ella Grønlandi er nakar deyður við Covid-19 sjúkuni.

Her eru tølini av deyðum skrásett á midnátt. Tølini í klombrum eru deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Tað kann vera munur á, hvussu londini gera tølini upp, tí skulu samanberingar gerast við fyrivarni.

* Svøríki: 3698 deyð (36,1). 19 deyð í 24 tímar.

* Danmark: 548 deyð (9,4). 1 deyður í 24 tímar.

* Finnland: 300 deyð (5,4). 1 deyður í 24 tímar.

* Noreg: 233 deyð (4,3). 1 deyður í 24 tímar.

* Ísland: 10 deyð (2,7). 0 deyð í 24 tímar.

* Føroyar: Eingin deyður.

* Grønland: Eingin deyður.

Keldur: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslægeembedet i Grønland, Landslæknaembætið í Føroyum.

/ritzau/

 

 

Handilsmiðstøðir eru opnar í Svøríki, sum hevur sett nógv linari tiltøk í verk enn hini Norðurlondini. - Mynd: Tt News Agency/Reuters