3500 deyð av korona í Norðanlondum

Seinasta samdøgrið er talið av deyðum í Norðurlondum av korona lækkað til undir 100

Í Svøríki eru 67 skrásett deyð av korona seinasta samdøgrið. (Savnsmynd). - Mynd: Tt News Agency/Reuters

Í Svøríki eru 67 skrásett deyð av korona seinasta samdøgrið. (Savnsmynd). - Mynd: Tt News Agency/Reuters

Talið av deyðum við koronavirus í Norðurlndum kom í nátt upp á 3551. Tað er ein hækking upp á 82 síðani gjáranáttina. Samdøgrið frammanundan hækkaði talið við 141.

Við einum fólkatali upp á góðar 27 milliónir í Norðurlondum svarar tað til 13,0 deyð fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Hvørki í Føroyum, Grønlandi ella á Álandi er nakar skrásettur deyður við Covid-19.

Her eru tølini av deyðum í Norðurlondum fram til á midnátt. Tølini í klombrum eru deyð fyri hvørjar 100.000 í búgvar.

* Svøríki: 2653 deyð (25,9). 67 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Danmark: 460 deyð (7,9). 8 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Noreg: 210 deyð (3,9). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar.

* Finnland: 218 deyð (3,9). 7 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Ísland: 10 deyð (2,7). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar.

* Føroyar: Eingin deyður.

* Grønland: Eingin deyður.

* Áland: Eingin deyður.

Kelda: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslæknaembætið í Grønlandi og í Føroyum.

/ritzau/

Í Svøríki eru 67 skrásett deyð av korona seinasta samdøgrið. (Savnsmynd). - Mynd: Tt News Agency/Reuters