37 ára gamla demokratur á odda í stríðnum um Hvítu Húsini

Kanning vísir, at Pete Buttigieg yvirhálar demokratarnar Warren, Biden og Sanders í týdningarmikla statinum Iowa.

Staturin Iova verður tann fyrsti í USA, har demokratiskir veljarar í februar kunnu verav ið til at gera av, hvør av valevnunum skal vera landsins forseti.

Ein meiningakanning hjá CNN og blaðnum Des Moines Register í Iova vísir, at tann 37 ára gamli Pete Buttigieg rennur fram um hinar eldur kappingarneytarnar hjá honum.

Hann er ikki serliga kendu rkring landið. Tey fæstu duga at frambera navn hansara. Men nógvar kreftir og pengar eru brúktir upp á at gera eina størri herferð í landbúnaðarstatinum.

Í kannignin er hann langt á odda framman fyri nærmæstu kappingarneytarnar: Elizabeth Warren, Bernie Sanders og Joe Biden.

Í kanningini fær 37 ára gamli borgarstjórin úr South Bend í statinum Indiana 25 prosent av atkvøðunum. Tað er eitt risalop upp á 16 prosentstig síðani seinastu kanning í september.

Elizabeth Warren, senatorur, gongur aftur frá 22 til 16, meðan Sanders og Biden í kanningini liggja lið um lið við 15 prosentum.

Tað er stórt fokus á Iowa í ár við forsetavali. Tað er tann fyrst staturin í USA; har veljarar hava møguleikan fyriat peika á tað best egnaða valevnið. Tað verður gjørt 3. februar við sonevnda caucus – samkomuhúsvali.

Ein góð byrjan í Iowa kann vera sera serat ýdningarmikið stig á vegnum til Hvítu Húsini.

Tað fyrsta reguliga valið verður eina góða viku seinni – 11. februar – í statinum New Hampshire. Tað er eitt sonevnd primerval, sum verður hildið í næstan øllum amerikansku statunum á vári.

Valið fer fram við atkvøðuseøðum í atkvøðukassum. Valevnið við felstum atkvøðum tryggjar sær eitt tal av tilnevndum. Tey tilnevndu kunnu á floksfundi í august vera við til at gera av, hvør skal vera floksins forsetavalevni á valinum 3. november næsta ár.

Donald Trump er í veruleikanum einasta valevni hjá republikanarunum, so har verður einki stríðsval.

 

/ritzau/