50 ár í dag síðani The Beatles fóru hvør til sítt

Tað eru í dag 50 ár síðani, at Paul McCartney kunngjørdi, at hann fór úr The Beatles.

Dagin eftir vóru tíðindini á forsíðunum á brestskum bløðum.

Bólkurin úr Liverpool, sum í eini 10 ár, og eftir 13 útgávur, hevði kollvelt nýmótans tónleikin, var nú søga. Paul McCartney, John Lennon, George Harrison og Ringo Star spældu ikki saman longur.

Um orsøkirnar til upploysnina hevur nógv verið tosað og gitt, men tað lata vit liggja her.

- Ongin sá fyri sær, at tónleikurin hjá bólkinum, hóast hann longu tá var legendariskur, skuldu strekkja seg inn í næstu øldina og liva á tónleikatindunum framvegis 50 ár seinni, sigur Mark Lewisohn við útlendskar miðlar. Hann skrivar í løtuni bókarøð um The Beatles.

- 50 ár eftir upploysnina, er The Beatles framvegis listarliga frammi í oddinum, leggur hann afturat.

Í september í 1969 gjørdu limirnir í The Beatles útgávuna Abbey Road lidna, og hetta gjørdist síðsta útgáva teirra. Eitt lag á útgávuni eitur hóskandi The End. The Beatles fóru hvør til sítt í 1970.

##med2##

##med3##