50 ár og aftur nummar eitt á listunum

Abbey Road útgávan hja The Beatles er aftur á fyrstaplássi á listunum við mest seldu útgávum í Bretlandi, 50 ár eftir, at útgávan kom út og lá á ovastu tindum.

The Beatles er aftur á tindunum  við víðkaðari útgávu av Abbey Road í samband við runda dagin.

Tað er ótrúligt, skrivar Paul McCartney á Twitter.

Hóast McCartney, ein av oddamonnunum í bólkinum, hevur ilt við at trúgva hesum, so metir hann eisini, at talan er um eina útgávu, ið er cool.

Beatles fjepparar í hópatali savnaust á Abbey Road á 50 ára útgávudegnum hjá útgávuni, ið var 26. September í ár.

Í 1969 hevði John Lennon seks dagar frammanundan sagt, at hann umhugsaði at fara úr bólkinum.

Á kenda plátuumslagnum síggjast limirnir í The Beatles fara yvir ein gonguteig tætt við Abbey Road upptøkuhølini. Myndin varð tikin klokkan 11:35 tann 8. august í 1969 av skotska myndamanninum Ian Macmillan.