511 størv niðurløgd í Kastrup

Nú vera 511 størv á flogvøllinum í Kastrup niðurløgd orsaka av koronakreppuni

511 størv verða nú niðurløgd á flogvøllinum í Kastrup. Mynd: Scanpix

511 størv verða nú niðurløgd á flogvøllinum í Kastrup. Mynd: Scanpix

Upprunaliga var ætlanin, at 650 størv skuldu niðurleggjast á flogvøllinum í Kastrup, men endaliga talið er nú komið niður á 511.

Københavns Lufthavn boðaði fyrr í hesum mánaðinum frá, at 650 størv skuldu niðurleggjast orsaka av koronakreppuni, sum hevur sent alla flogvinnuna í eina søguliga kreppu.

Men eftir samráðingar við álitisfólk tvørtur um allar fakbólkar á flogvøllinum, er tað eydnast at fáa talið niður á 511 størv, og av teimum eru eini 200 sjálvbodnar fráfaringar.

 

 

511 størv verða nú niðurløgd á flogvøllinum í Kastrup. Mynd: Scanpix