70 ár í summar síðan fyrstu mynstring

Mortan Johannesen, Mortan hjá Kaj, fylti átta ár í Íslandi, og hann fylti 14 ár tann dagin, teir fóru um Kappan.

 

Mortan Johannesen er eitt talandi dømi um, hvat hendur, armar, nærlagni og ágrýtni kunnu skapa.

Mortan Johannesen er eitt talandi dømi um, hvat hendur, armar, nærlagni og ágrýtni kunnu skapa.

 

Hóast Mortan Johannesen, Mortan hjá Kaj, ikki er ungur longur, ber hann seg sera væl. Tey tilkomnu minnast best mannin við tí kolsvarta hárinum og snøgga svarta skegginum, sum nú eru gránað, tó at farri enn er av tí sum var. Maðurin er árvakin og er framvegis ein aktivur leikari í teirri vinnu, hann og konan løgdu lunnar undir og sum gjøgnum árini hevur ment seg til eisini at fevna um vinnuligt virksemi á landi. 

Konan, Hildigunn, sum er uppvaksin í Skálavík og sum hevur somu mammu sum kendu skipararnir, Eiler og Sámal Jacobsen, hevur verið Mortani við lið øll árini, hann sigldi sum skipari og seinni gjørdist skipaeigari og vinnulívsmaður í breiðari merking. Í fleiri ár var Hildigunn eisini reiðari í fyritøkuni, tí neyðugt var at hava reiðara í landi, meðan maðurin baldist á havinum stóran part av árinum. 

Í summar fylla hjúnini, um lív og heilsa er, 84 ár. Tey eru javngomul; Hildigunn er tríggjar dagar eldri enn Mortan. Hon er fødd hin 10. juli, og hann er føddur hin 13. juli, bæði í 1937. Tey komu saman í 1958 og gjørdust hjún sum 22 ára gomul og fingu børnini, Kaj, Niels og Helenu. Ommu-og abbabørnini eru 11, og langommu-og langabbabørnini eru 12 í tali.

Vinnublaðið hjá Sosialinum hevur sett hjúnunum stevnu, og mánadagin vitjaðu vit inni á gólvinum í Torfinsgøtu 44 í Havn. Her er fjálgt og hugnaligt, og í stovuni hanga nakrir málningar, men í heiminum osar ikki av marglæti. Bæði eru tey væl uppløgd, blíð, fryntlig og prátingasom.

Hildigunn, sum eisini ber aldurin sera væl, syrgir fyri, at vit fáa gott kaffi, køkur og søtt afturvið, og karmarnir fyri prátinum eru góðir. Javnan spyr hon, um vit ikki skulu hava upp í aftur koppin. Av og á ringir telefonin. Tað er Hildigunn, sum tekur telefonina, men hon ger skjótt av, tí nú hava tey gestir á gátt.

Í Vinnublaðnum, sum er í VikuskiftisSosialinum í dag, er prát við hjúnini bæði, og her verður dentur lagdur á, hvussu Mortan Johannesen byrjaði við tí, sum hendur, armar, nærlagni og ágrýtni kunnu skapa, og hvussu tað hevur gingist við virksemi hansara fram til dagin í dag, nú fyritøkan - umframt sjóvinnuna - eisini eru partur av vinnulívinum á landi.

 

 

 

Mortan Johannesen er eitt talandi dømi um, hvat hendur, armar, nærlagni og ágrýtni kunnu skapa.