Ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur

Fíggjarpolitikkur. Tað er eingin skomm, at rinda hvørjum sítt, og at eiga nakað á kistubotninum.

Javnaðarflokkurin hevur seinastu fýra árini ført ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Pengar eru lagdir til síðis, og mann hevur goldið niður uppá skuld.

 

Hetta ber til, tí at landskassin hevur havt eitt yvirskot uppá hálva aðru milliard.

 

Í góðum tíðum, skal man liva sum í vanligum tíðum og gera íløgur, sum um tað vóru krepputíðir.

 

Javnaðarflokkurin hevur havt dirvi til at siga nei til uppskot úr tinginum, sum høvdu kostað landskassanum omanfyri eina milliard, og har man ikki visti, hvar peningurin skuldi koma frá.

 

Javnaðarflokkurin hevur dirvi til at gera raðfestingar, og dirvi til at styrkja haldførið í búskapinum.

 

Tí skal Javnaðarflokkurin sterkur á ting at syrgja fyri, at henda góða gongdin heldur fram. Hetta fyri at styrkja okkara vælferðarsamfelag – hinir snakka um vælferðarsamfelagið – vit gera nakað við tað.

 

Eitt Ja til Javnaðarflokkin er eitt Ja til ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.

 

Magni E. Dalsgaard, valevni til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.