Aðalskrivarin í ST: Nú er sjálv mannaættin í vanda

Koronakreppan er ringasta kreppan síðani annan heimsbardaga, sigur aðalskrivarin í ST

Í ST eru tey nú komin til ta niðurtøðu, at koronakreppan er ringasta heimskreppa síðani annan heimsbardaga.

Nú mugu vit gloyma alt um politikk, tí vit mugu skilja, at tað er mannaættin, hetta snýr seg um, sigur António Guterres, aðalskrivari í ST.

Ritzau skrivar, at aðalskrivarin stúrir eisini fyri, at kreppan fer at elva til stríð runt um í heiminum.

Guterres siger, at talan er um eina sjúku, sum er ein hóttan ímóti øllum heiminum og samstundis eru búskaparligu avleiðingarnar so stórir, at vit fara at fáa eina afturgongd, vit ikki hava sæð makan til í nýggjari tíð.

– Tí halda vit, at sum heild er hetta ringasta heimskreppa síðani annan heimsbardaga, sigur Ritzau frá António Guterres.

Hann sigur, at einasti útvegur fyri at basa kreppuni, er, at heimurin stendur saman og at vit gloyma alt um politikk, tí nú er tað sjálv mannaættin, sum er í vanda, sigur hann.

Higartil eru yvir 42.000 fólk deyð av korona og smittan heldur fram at breiða seg um allan heimin og hetta fer at fáa víttfevndar, búskaparligar, avleiðingar.

– Vit eru ikki nær í námind av einum heimsumfatandi hjálparpakka við tí endamáli at gera menningarlondini før fyri at berja smittuna niður, og at byrgja fyri álvarsligu avleiðingunum annars, sigur hann.

Hann sipar til arbeiðisloysi, húsagangir og fólk í fátækadømi.

– Vit eru á rættari kós, men tað gongur ov seint og tí mugu vit seta meiri ferð á. Vit mugu gera meiri fyri at basa smittuni, sigur hann.

Í gjár setti ST annars ein grunn á stovn sum skal stuðla menningarlondum at basa smittuni, sigur Ritzau.