Álit er vegurin - og ikki tvang

- Vit vilja framvegis byggja á álit og ikki tvang, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum eftir landsstýrisfund.

 

 

 

 

Á landsstýrisfundi í morgun hevði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, eitt uppskot klárt um skerpingar í samband við korona-átøk. Uppskotið byggir á eitt rættiliga víðgongt ríkislógartilmæli í samband við niðurberjing av korona-smittu. 

Men, eftir fundin í landsstýrinum, har uppskotið hevur verið til umrøðu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í samrøðu við In.fo, at landsstýrið fer ikki at biðja løgtingið fremja hetta uppskot í verki.

- Talan er um eitt rættiliga víðgongt uppskot, sum hevði skert persónliga frælsið munandi. Tað er ikki hetta, vit halda vera neyðugt, soleiðis sum støðan er í løtuni. Okkara strategi hevur higartil bygt á álit, og vit halda, at tað er álit, sum er vegurin fram.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur ikki, at landsins myndugleikar fyrst kunnu fara út til fólkið og biðja um fólksins álit - fyri síðan at seta so víðgongdar reglur í verk, sum skerja persónliga frælsið so munandi, sum hetta ríkislógartilmæli hevði gjørt.

- Vit halda, at okkara strategi higartil hevur eydnast so mikið væl, og eg eri sera fegin um tann politiska stuðul, vit higartil hava fingið, eins og eg eri ómetaliga fegin um, at fólk kring landið hava tikið okkara tilmæli og átøk til sín. 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum vísir á, at Føroyar eru komnar á heimskortið í stríðnum móti spjaðing av korona-smittu, og hetta er ikki minst, tí tað hevur eydnast okkum at standa saman og savna allar góðar kreftir.

- Kunnu vit øll halda fast um tær reglur og tey tilmæli, vit higartil hava sett í verk, verður vónandi ikki neyðugt við hesum ríkislógartilmæli, sum gongur persónliga frælsinum so ómetaliga nær, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

##med2##

 

 

- Føroyar eru komnar á heimskortið í stríðnum móti spjaðing av korona-smittu, sigur landsstýrismaðurin.