Allir koronasjúklingar í Wuhan útskrivaðir

Allir sjúklingar við koronavirus eru útskrivaðir av sjúkrahúsum í kinesiska stórbýnum Wuhan.

Í Wuhan, sum var so hart raktur av koronavirusi, er eingin sjúklingur innlagdur við koronavirus, siga heilsumyndugleikar í Kina (savnsmynd). - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

Í Wuhan, sum var so hart raktur av koronavirusi, er eingin sjúklingur innlagdur við koronavirus, siga heilsumyndugleikar í Kina (savnsmynd). - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

Tað upplýsa kinesisku heilsumyndugleikarnir.

Hildið verður, at koronavirusið hevur sín uppruna í Wuhan í Hubei-landspartinum í desember í fjør. Landsparturin var leingi miðdepulin fyri sera smittandi virusin.

– Tað síðsta nýggja er, at tan 26.april er talið av nýggjum koronasjúklingum í Wuhan null takkað verið einum felags innsatsi frá heilsustarvsfólkunum í Wuhan og restini av landinum, sigru Mi Feng, talsmaður hjá heilsunevndini.

46.452 fólk hava fingið staðfest koronasmittu í Wuhan. 3869 fólk eru deyð í Wuhan eftir at hava verið smittað sambært almennutølunum.

/ritzau/Reuters

Í Wuhan, sum var so hart raktur av koronavirusi, er eingin sjúklingur innlagdur við koronavirus, siga heilsumyndugleikar í Kina (savnsmynd). - Mynd: Str/Ritzau Scanpix