Allir skúlar steingja eftir nýggjar smittutilburðir

Skúlanæmingar í kinesiska høvuðsstaðnum skulu frá í morgin aftur venja seg við online-undirvísing.

Útbúgvingarnevndin í Beijing hevur givið boð um, at allir skúla í høvuðsstaðnum skulu steingja. Her síggjast næmingar aftur í skúla í Beijing síðst í apríl. (Arkivfoto). - Foto: Tingshu Wang/Reuters

Útbúgvingarnevndin í Beijing hevur givið boð um, at allir skúla í høvuðsstaðnum skulu steingja. Her síggjast næmingar aftur í skúla í Beijing síðst í apríl. (Arkivfoto). - Foto: Tingshu Wang/Reuters

Allir skúlar í Beijing, høvuðstaði Kina, steingja aftur eftir nýggja útbreiðslur av koronuvirus.

Útbúgvingarnevndin í Beijing hevur í dag givið boð uk, at allir skúla í høvuðsstaðnum skulu steingja.

Nevndin upplýsir, at allir skúlar í morgin skulu aftur til online-undirvísing. Lærdir háskúlar eiga eisini at avlýsa vanligu undirvísingina, verður sagt.

Harumfram verður heitt á borgarar í Beijing um ikki at fara úr býnum, uttan so at tað er bráðneyðugt, verður sagt í boðum frá myndugleikunum.

Øll, sum vilja sleppa úr býnum, sum vísa eina nýggja koronutest, sum er negativ.

Fleiri enn 100 smittutilburðir við koronuvirus eru váttaðir í Beijing seianstu vikuna.

Tað verður mett sum eitt nýtt smittuherðindi í býnum, segði Heimsheilsufelagsskapurin (WHO) í gjár.

Nýggju málini knýta seg at einum matmarknaði, nevndur Xinfadi í milliónabýnum oghevur framman undan fingið partar av býnum at steingja aftur. Tað snýr seg eitt nú um ítróttar- og mentanarstovnar.

Í høvuðsstaðnum búgva 21 milliónir fólk.

Fleiri enn 8000 í matmarknaðinum eru kannað, og roknað verður við, at umleið 200.000 fólk hava vitjað marknaðin síðani 31. mai. Beijing roynir at spora og kanna hesi, millum annað við at ganga hurð til hurð.

Útbrotið kemur, eftir at tey í Kina hava sagt, at tey høvdu tamarhalda á koronuvirusinum.

Útbrotið í Beijing birtir undir alheims óttan fyri eini nýggjari bylgju av virusinum, eftir at fleiri lond kring heimin eru farin undir at lata uppaftur.

Koronuvirusið hevur sín uppruna í kinesiska milliónabýnum Wuhan, har virusið breyt út við árslok í fjør.

Kina hevur skrásett nakað oman fyri 84.000 smittað og 4.638 sum eru deyð við koronuvirus. Tølini eru ikki hækkað nevnivert síðani apríl.

/ritzau/AFP

Útbúgvingarnevndin í Beijing hevur givið boð um, at allir skúla í høvuðsstaðnum skulu steingja. Her síggjast næmingar aftur í skúla í Beijing síðst í apríl. (Arkivfoto). - Foto: Tingshu Wang/Reuters