Almannaverkið linkar um tiltøkini eftir 20. apríl

Nøkur verkstøð, umlættingarstovnar, dagtilboð og frítíðartilboð lata upp aftur, umframt at til fer at bera at vitja undir tryggum viðurskiftum, skrivar Almannaverkið

 

 

Verkstaðið á Brekku í Klaksvík, er eitt av tilboðunum, ið letur upp aftur. (Mynd: av.fo)

Verkstaðið á Brekku í Klaksvík, er eitt av tilboðunum, ið letur upp aftur. (Mynd: av.fo)

Í samsvari við almennu tilmælini frá landsstýrinum og landslæknanum, so hevur Almannaverkið avgjørt at fara varliga undir at linka um tiltøkini móti koronavirus, skrivar Almannaverkið í tíðindaskrivi.

Almannaverkið skrivar soleiðis:

Sum løgmaður boðaði frá á tíðindafundi 8. apríl, so hevur Almannaverkið gjørt eina útgreinaða virkisætlan fyri, hvussu tilboðini kunnu lata uppaftur. Almannaverkið varir av nøkrum av okkara allar veikastu borgarum.

Tað er tískil týdningarmikið, at tænasturnar lata upp stigvíst havandi í huga minst møguligan smittuvanda og tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd.

Strong tiltøk hava verið í gildi í Almannaverkinum síðani 16. mars fyri at verja borgarar, starvsfólk og avvarðandi móti smittu, og hesi tiltøk standa við til 20. apríl. Nú landsstýrið mælir til spakuliga at linka tiltøkini, so verða tey eisini so líðandi tikin av í Almannaverkinum. Fyrstu broytingarnar henda í tíðarbilinum 20. apríl til 4. mai, tá støðan verður endurmett.

Um borgarar verða smittaðir við koronavirus, kann tað gerast neyðugt at herða tiltøk aftur.

Taka atlit til borgararnar

Øll frítíðartilboð, dagtilboð, vard verkstøð, umlættingarstovnar og alt klubbvirksemi hevur verið afturlatið síðani 16. mars. Tíðarskeiðið 20. apríl til 4. mai verða nøkur tiltøk

linkaði

og tað verður gjørt á hendan hátt:

  • ·  Borgarar, sum búgva á búfyriskipanum, hava verið avbyrgdir síðani 16. mars, tí vitjanir á stovnunum hava ikki verið loyvdar. Hendan støðan stendur við, men Almannaverkið ger eina skipan, sum undir tryggum viðurskiftum letur upp fyri vitjanum frá 20. apríl.
  • ·  Frítíðartilboðini til børn og ung lata upp, í samsvari við skúlamyndugleikarnar, tá skúlarnir byrja aftur frá 20. apríl. Nærri kunning kemur í komandi viku.
  • ·  Hesir umlættingarstovnar lata upp 20. apríl, men fyrstu tíðina verður bert opið í dagtímunum:

o Dáin í Klaksvík, Mýrusóljan í Runavík, Frítíðarheimið í Havn og Depilin á Sandi

· Hesi vardu verkstøðini lata upp frá 20. apríl. Byrjað verður varliga við færri borgarum í senn, serliga teimum, sum búgva hjá avvarðandi og búgva sjálvi. Borgarar í vandabólki noyðast at bíða eitt sindur longur:

o Verkstaðið á Brekku í Klaksvík, Verkstaðið Stíggjur í Runavík, Verkstaðið Vón í Havn og Virkni í Havn

  • ·  Dagtilboðini, Gloym meg ei í Klaksvík og Fjálvi í Havn, lata upp eftir einum skipaðum leisti, har eitt ávíst tal av borgarum kunnu vera inni í senn.
  • ·  Dagtilhaldið í Skotarók letur upp eftir einum skipaðum leisti, har eitt ávíst tal av borgarum kunnu vera inni í senn.


Arbeiða framvegis heima, men lata upp fyri samrøðum við borgarar

Starvsfólkini í Almannaverkinum, sum starvast í viðskiftatænastunum og í fyrisitingini hava í stóran mun arbeitt heimanifrá síðani 16. mars. Hendan støðan stendur við fyri fyrst, men latið verður upp fyri sambandi og tænastum til borgararnar, har tað ber til og er neyðugt.

Tænastur, har borgararnir eru veikir og illa tola smittu, bíða sum longst. Støðan er soleiðis í Viðskiftadeplinum:

  • ·  Arbeitt verður heimanifrá til støðan er batnað so mikið, at tað er trygt at koma aftur á skrivstovurnar.
  • ·  Latið verður upp fyri samrøðum við borgarar á skrivstovum hjá Almannaverkinum, tá tað er neyðugt fyri at kunna avgreiða málið.
  • ·  Heimavitjanir og uppleitandi arbeiði verður fyribils, til 4. mai, avmarkað til einans tað mest bráðneyðuga.
  • ·  Hjálpartól avgreiða alt, sum ikki krevur heimavitjanir ella fysiska samrøðu. Nógvir borgarar, sum hava tørv á hjálpartólum, tola sera illa koronavirus og tískil verða ongar heimavitjanir, fyrr enn smittuvandin er av.
  • ·  Endurvenjingarnar fara spakuliga í gongd aftur og fleiri borgarar fáa venjing, so hvørt sum tiltøkini í samfelagnum linka. Ein ítøkilig meting verður gjørd um tørvin í hvørjum føri sær.
  • ·  Teknmálstulkatænastan tulkar framyvir bert yvir skerm og tað sum er bráðneyðugt, so sum tíðindasendingar, tíðindafundir og fjartulking.

Allar veitingar og pensjónir hjá Almannaverkinum koyra sum vant, men Almannaverkið hevur merkt eitt vaksandi tal av umsóknum um sjúkradagpengar í sambandi við koronavirus.

Samanumtikið hava borgarar og starvsfólk tikið ímóti avbjóðingunum, sum hava staðist av koronasmittuni, uttan iva og uttan hóvasták. Borgarar, avvarðandi og starvsfólk í Almannaverkinum hava stóra tøkk uppiborna fyri sín leiklut í hesum bardaganum.

Boðskapurin til borgarar og starvsfólk í Almannaverkinum er framvegis, at vit halda frástøðu, savnast ikki í størri bólkum og vit halda reinføri.

Hóast Almannaverkið varliga linkar tiltøkini móti koronasmittuni, so verður væl fylgt við støðuni. Um neyðugt verða tiltøk herd aftur.

Sum sagt standa fráboðaðu broytingarnar fyribils við til 4. mai, tá mett verður um tiltøkini av nýggjum.

Soleiðsis skrivar Almannaverkið.

Verkstaðið á Brekku í Klaksvík, er eitt av tilboðunum, ið letur upp aftur. (Mynd: av.fo)