Alment nú: Roskilde Festivalurin er avlýstur í ár

Tey sum hava keypt atgongumerki til Roskilde Festival 2020 kunnu brúka tey næsta ár ella fáa pengarnar aftur.

#### (Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

#### (Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Roskilde Festival tók støðu alt fyri eitt, eftir at stjórnin hevði boðað frá, at forboðið ímóti stórum samkomum verður í gildi til august.

Men ársins vælumtókti ferstivalur er soleiðis avlýstur. Tað upplýsir Roskilde Festivalurin í tíðindaskrivi.

Hevur tú keypt atkgongumerki til festivalin í ár, kann tað broytast til festivalin næsta ár.

Til ber eisini at fáa pengarnar aftur, um tú ikki ynskir at fáa tað broytt til festivalin næsta ár.

##med2##

Festivalurin í ár hevði annars havt 50 ára hátíðarhald. Men tað má so bíða til 2021 í staðin.

/ritzau/

#### (Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)