ALS-arbeiðsleys og korona-arbeiðsleys skulu javnsetast

Vinnunevndin heitir staðiliga á landsstýrismannin Helga Abrahamsen og stýrið í ALS um at rætta skeivleikarnar og javnseta arbeiðsleys, so at nøkur arbeiðsleys ikki kunnu fáa í mesta lagi 20.000 krónur um mánaðin, meðan onnur arbeiðsleys í mesta lagi bara kunnu fáa 17.500 krónur

Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini

Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini

Skeivleikin er íkomin av muninum ímillum tey, sum eru arbeiðsleys ella í fiskavirkisskipanini, og tey, sum nú koma undir covid-19 skipanina í ALS.

Fólk, ið eru send heim í sambandi við koronakreppuna og eru komin undir serskipanina hjá ALS, sum varð samtykt við hjálparpakka 1, kunnu í mesta lagi fáa 20.000 krónur útgoldnar um mánaðin.  

Øðrvísi er við arbeiðsleysum í vanligu arbeiðsloysisskipanina hjá ALS. Sambært lógini fáa tey í mesta lagi 17.500 krónur um mánaðin, svarandi til 32 tímar um vikuna og roknað út frá miðal inntøku seinastu 12 mánaðirnar.

Eru frídagar og halgidagar, sum tað vera fleiri av komandi tíðina, so verða hesi trekt 8 tímar hvønn dag, eins og frítíðarløn verður mótroknað. Teirra útgjald er sostatt munandi skert her um páskirnar. 

Víst hevur eisini verið á, bæði frá fakfeløgum og vinnuni, at lønarendurgjaldsloftið eigur at vera hægri. Her er vert at nevna, at alment sett varðveita fulla løn, og at lønarmissurin hjá mongum í privatu vinnuni svíður, eisini hóast til ber at fáa endurgjald úr ALS.

Tað er hendan mun, sum vinnunevndin nú staðiliga heitir á Helga Abrahamsen, landsstýrismann við umhvørvis- og vinnumálum, og á ALS-stýrið og flokkarnar á tingi, at viðgera, hvussu hesir skeivleikar kunnu rættast, so fólk uttan arbeiði verða javnsett við tey, sum nú eru fyribils send til hús vegna korornastøðuna. Útgjaldið skal vera á einum nøktandi støði, sigur Vinnunevndin.

Lærlingar í truplari støðu 

Vinnunevndin vísir harafturat eisini á, at lærlingar, sum eru sendir heim, fáa eftir kunngerðini ta løn, ið sáttmálin ásetir. Fleiri lærlingar hava hús og familju at forsyrgja, og tí taka teir eitt eyka tak, og hava nógvar yvirtímar, og tískil eina størri inntøku, enn ein vanlig 40 tíma arbeiðsvika vanliga gevur eftir sáttmálanum. Tískil er tað ein dyggur smeitur hjá fleiri lærlingum at fáa útgjald eftir sáttmála, og tískil ein stóran lønarmiss, tá teir skulu forsyrgja.

Vinnunevndin mælir til, at hetta verður endurskoðað soleiðis, at lærlingar fáa útgoldið fyri miðalinntøku, eins og onnur við útgjaldi frá ALS. Víst hevur eisini verið á, bæði frá fakfeløgum og vinnuni, at lønarendurgjaldsloftið eigur at vera hægri. Her er vert at nevna, at alment sett varðveita fulla løn, og at lønarmissurin hjá mongum í privatu vinnuni svíður, eisini hóast til ber at fáa endurgjald úr ALS.

 

Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini