ALS: Vit fara ikki at rætta ójavnan

– Vit hava viðgjørt henda spurningin á trimum stýrisfundum, og niðurstøðan er, at vit fara ikki at gera broytingar fyri at javnseta útgjøldini. Um tíðarskeiðið fyri koronaútgjaldið verður longt, so mugu vit taka tað upp av nýggjum, sigur Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS

Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS

Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS

Vinnunevndin hevur heitt á landsstýrismannin, Helga Abrahamsen, og stýrið í ALS um at rætta skeivleikarnar og javnseta arbeiðsleys, tá ið tað ræður um útgjald, so at nøkur arbeiðsleys ikki kunnu fáa í mesta lagi 20.000 krónur um mánaðin, meðan onnur arbeiðsleys í mesta lagi bara kunnu fáa 17.500 krónur.

Landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, hevur sagt við in.fo, at hann ætlar ikki at gera nakað við hesa áheitanina, men um ALS-stýrið kemur við eini áheitan, so fer hann at fylgja henni.

Eg lurti eftir ALS-stýrinum


Men ALS-stýrið fer heldur ikki at broyta útgjaldið, so at tey, sum í dag í mesta lagi kunnu fáa 17.500 krónur, fara at fáa 20.000 krónur.  

– Lógirnar eru sera ymiskar. Lógin fyri vanlig arbeiðsleys er ein meira torgreidd lóg, har nógv annað eisini er við. Tað ber ikki bara til at hækka inngjaldið í tí lógin. Um tað skal gerast, má øll lógin hyggjast ígjøgnum, og tað tekur tíð. Vit nokta ikki fyri, at broytingar kunnu gerst, men tað eru ikki stundir at gera so umfatandi broytingar, sigur Eyðfinn Jacobsen.

Tað eru eisini aðrir ójavnvágir í lógunum. Tey, sum eru undir vanligu ALS-skipanini, verða til dømis trekt 8 tímar frídagar og halgidagar, eins og frítíðarløn verður mótroknað. Teirra útgjald er sostatt munandi skert her um páskirnar.


Kann stýrið í ALS liva við, at nøkur av teimum arbeiðsleysu hava verri skipan enn onnur, har tey fáa væl minni útgoldið?

– Her og nú kunnu vit liva við tí. Men vit kunnu ikki liva við tí í tí longra tíðarskeiðinum, sigur Eyðfinnur Jacobsen.

Hann vísir á, at lógin viðvíkjandi arbeiðsleysum í covid-19 skipanini í ALS gongur út 30. juni, og tí er tað eitt avmarkað tíðarskeið, at tann lógin er galdandi.

Men hvat um tíðarskeiðið á tí lógini verður longt, kunnu tit so liva við tí?

– Vit kunnu ikki liva við tí í einum longri tíðarskeið. So má alt málið takast upp til nýggja viðgerð, sigur stýrisformaðurin í ALS, og vísir á, at ALS hevur stýrisfund aftur 6. mai.

ALS-arbeiðsleys og korona-arbeiðsleys skulu javnsetast

Sjálvur heldur hann, at løgtingið kundi gjørt nakað við málið í gjár.

– Løgtingið viðgjørdi málið, og teir kundu rætta skeivleikin við at seta eina aðra upphædd inn, um tað var eitt politiskt ynski um tað. Tá ið lógin um covid-19 varð løgd fram, mæltu vit til sama útgjald sum í vanligu arbeiðisloysisskipanini, tað vil siga 17.500 krónur. Men tað kom trýst frá pørtum av arbeiðsmarknaðinum um at hækka útgjaldið. Okkurt uppskot var 23.000 og okkurt 25.000 krónur. Tað endaði tó við semju í stýrinum á 20.000 krónur, sum vit mæltu landsstýrinum at mæla løgtinginum til, sigur Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS.

Stýrið hevur nú eisini fingið áheitan frá Samtak um at javnseta upphæddina. Nær tað málið verður viðgjørt, veit hann ikki enn.

Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS