Alsamt fleiri doyggja av korona í Spania

Ógvusligi vøksturin av teimum, sum doyggja av korona í Spania, heldur fram.

– Vit mugu fyrireika okkum kensluliga og sálarliga upp á nakrar ógvuliga harðar dagar komandi tíðina, segði spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez (Arkivfoto). - Foto: Pool/Reuters

Í dag upplýsti spanska heilsumálaráðið, at næstan 400 fólk við koronasmittu eru deyð seinasta samdøgrið.

Tað er higartil hægsta talið av korona-andlátum skrásett í Spania í eitt samdøgur.

Tilsamans hækkar talið av deyðum harvið frá 1326 til 1720.

Talið av staðfestum smittutilburðum hækkaði samstundis frá 24.926 leygardagin til 28.572 í dag.

Í eini sjónvarpsrøðu ávaraði spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, í gjárkvøldið íbúgvarnar um, at »tað ringasta enn er eftir«.

/ritzau/Reuters