Alsamt fleiri føroyingar verða frískir aftur

Síðani í gjár eru 10 føroyingar vorðnir frískir aftur

Samstundis sum at alsamt fleiri føroyingar verða smittaðir við korona, eru tað eisini alsamt fleiri, sum verða frískir aftur.

Heilsumálaráðið sigur, at í løtuni eru tilsamans 64 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. 

Sostatt eru 10 føroyingar vorðnir frískir afturat síðani í gjár.

Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.

Eitt fólk er innlagt á Landssjúkrahúsinum við korona, í gjár vóru tað tveir, so ein er útskrivaður aftur.

Talið á fólki í sóttarhaldi, er eisini nógv minkað. Tað hava verið yvir 600 fólk í sóttarhaldi, men í løtuni er talan um 457 fólk.