Amerikanska forsetavalið skotið í gongd

Fyrsta sjónvarpskjakið varð varpað út í nátt

Joe Raedle / AFP / Ritzau Scanpix

Joe Raedle / AFP / Ritzau Scanpix

Amerikanska forsetavalið er nú farið av bakkastokki, og í nátt var fyrsta sjónvarpskjakið millum forsetavalevnini hjá demokratiska flokkinum.

Fleiri av toppkandidatunum hjá demokratunum vóru tó ikki at síggja, teirra millum Joe Biden, Bernie Sanders og Kamala Harris, tí at kjakast verður í tveimum liðum - 10 valevni í nátt, og hini 10 verða at síggja komandi nátt. Orsøkin til hetta er, at leiðslan í demokratiska flokkinum hevur gjørt av, at í ár skuldu heili 20 valevni sleppa framat í sjónvarpskjaksendingunum.

Millum evnini, ið vórðu tikin upp, vóru innflytarar og heilsuverk, og serliga gjørdist orðaskiftið hvast, tá leikluturin hjá amerikanska herinum í Miðeystri kom upp at venda. Tulsi Gabbard, ið sjálv hevur verið í hertænastu í Miðeystri, fanst hvassliga at ætlanum at lata amerikanskar hermenn vera verðandi í Afghanistan og nýtti høvið at vísa á, at fyri lótu tveir amerikanskir hermenn lív har.

Tað, ið kanska var sermerkt við kjakinum hesaferð, var, at valevnini at síggja til royndu at kappast um at royna seg á sponskum eisini. Hetta kemst ivaleyst av tí, at spansktalandi veljaraskarðin í USA er vorðin rættiliga stórur seinastu árini, og tí verður neyðugt at røkka teimum, um ætlanin er at gerast forsetavalevnið fyri demokratarnar.

Donald Trump forseti helt tó lítið um kjakið, tí einasta viðmerking hansara á Twitter til kjakið var "BORING!"

##med2##

Valevnini, ið kjakaðust í nátt, vóru Elizabeth Warren, Cory Booker, Beto O’Rourke, Amy Klobuchar, Julián Castro, Bill de Blasio, John Delaney, Tulsi Gabbard, Tim Ryan og Jay Inslee.

 

 

Joe Raedle / AFP / Ritzau Scanpix