Amerikanski miðbankin lækkar rentuna: Óvissa um framtíðina

Amerikanski miðbankin lækkar rentuna vegna óvissu um altjóða búskapin.

Nevndarformaðurin í amerikanska miðbankanum, Federal Reserve, Jerome Powell (Photo by Olivier Douliery / AFP)

Nevndarformaðurin í amerikanska miðbankanum, Federal Reserve, Jerome Powell (Photo by Olivier Douliery / AFP)

Federal Reserve, sum amerikansk miðbankin kallast, lækkar vegleiðani rentuna við 0,25 prosentstigum til eitt spenni upp á 1,75 til 2 prosent.

Tað hevur stjórnin í bankanum gjørt av á fundi í dag sum svar uppá, tað sum miðbankin kallar »eina óvissa framtíð«.

Rentulækkingin var væntandi og frágreiðinginer, at orsøkin er handilskríggið millum Kina og USA, sigur leiðandi búskaparfrøðingurin í Dansk Erhverv, Tore Stramer.

Hann vísir á, at myrku skýggini í havsbrúnni tó langt frá eru einasta søgan um amerikanska búskapiní løtuni.

– Sjálvt um kreppuóttin er vaksandi, so hava vit fleiri positiv búskaparlig lyklatøk úr amerikanska búskapinum seinastu tíðina, skrivar hann í greining síni.

Vanliga er ein rentulækking ein máti hjá miðbankanum at stimbra hugin at læna pengar og gera íløgur. Tí verður tað oftast brúkt í niðurgangstíðum.

Ein tiltak frá miðbankaum tekur tó tíð, til tað fær ávirkan allan vegin í gjøgnum amerikanska búskapin.

Tí er miðbankin gyrdur í brøkur millum ein góðan amerikanska búskap og útlitini í nærmastu framtíð, sum tykjast nakað døkk.

Innanhýsis í miðbankanum er eisini ósemja um, hvat er tað rætta at gera. Av teimum tíggju limunum í banksastjórnini, sum hava atkvøðurætt, varð rentulækkingin samtykt við einum meiriluta upp á sjey av tíggju.

Tveir av limunum atkvøddu fyri at lata rentuna standa í stað, meðan síðsti limurin vildi lækka rentuna enn meira.

Harumframt luttólku sjey aðrir limir, sum ikki høvdu atkøvðurætt, á fundinum.

Allir 17 hava givið sína hugsan til kennar um, hvussu nærmasta framtíðin sær út. Og teir eru so langt frá samdir um røttu kósina.

Sjey av teimu meta, at tað fer at koma enn ein rentulækking í ár. Fimm meta, at rentan verður á sama støði alt árið. Teir síðstu fimm halda, at miðbankin fer at hækka vegleiðandi rentuna fyri ársskiftið.

– Tað er tí, at amerikanski búskapurin í løtuni veksur í tveimum ymsum tempo, metir Mikael Olai Milhøj, greinari hjá Danske Bank.

– Nýtsluparutrin av búskapinum, sum er greitt tann týdningarmesti vakstarmotorurin, klárar seg væl við góðum nýtsluvøkstri og framvegis lutvíst høgum brúkaraáliti.

– Ídnaðarparturin av búskapinum hinvegin er undir trýsti frá alheims ídnaðarafturgongdini, vit hava í løtuni. Trupulleikin hjá amerikanska miðbankaum er, at afturgongdin í ídnaðinum, sum eisini merkist í USA, kanska smittar restina av búskapinum sum frálíður.

Tað eru aðru ferð í ár, at amerikanski miðbankin lækkar rentuna. Í fjør hækkaði bankin tvørturiímóti rentuna fýra ferðir.

Síðani fíggjarkreppuna hvur miðbankin tilsamans hækkað rentuna níggju ferðir.

 

/ritzau/Reuters

Nevndarformaðurin í amerikanska miðbankanum, Federal Reserve, Jerome Powell (Photo by Olivier Douliery / AFP)