Amerikanskir hermenn fingu heilaskjálvta í álopi

11 amerikanskir hermenn eru viðgjørdi fyri tekin um heilaskjálvta eftir eitt iranskt missilálop á eini irakiska herstøð 8. januar.

Hendan fylgisveinamyndin frá 8. januar vísir skaðarnar á Al-Asad-flogstøðini í vestara parti av irak eftir eitt iranskt missilálop. - Foto: Ho/Ritzau Scanpix

Hendan fylgisveinamyndin frá 8. januar vísir skaðarnar á Al-Asad-flogstøðini í vestara parti av irak eftir eitt iranskt missilálop. - Foto: Ho/Ritzau Scanpix

Tað upplýsti amerikanski herurin í gjár sambært tíðindastovuni Reuters.

Fyrst varð sagt, at eingin hermaður hevði fingið skaða.

– Meðan eingin amerikanskur hermaður doyði í iranska álopinum 8. januar á Al-Asad-flogstøðini, so eru fleiri viðgjørdir fyri sjúkueyðkenni fyri heilaskjálvta frá spreinginini, segði Bill Urban, kapteinur, sum er talsmaður fyri herin, í eini fráboðan.

Irakiska álopið á Al-Asad-flogstøðini var hevnd fyri, at USA frammanundan hevði dripið iranska herovastan Qassem Soleimani í einum dronuálopi í Bagdag.

/ritzau/

Hendan fylgisveinamyndin frá 8. januar vísir skaðarnar á Al-Asad-flogstøðini í vestara parti av irak eftir eitt iranskt missilálop. - Foto: Ho/Ritzau Scanpix