Amy Coney Barrett skal í sessin hjá Bader Ginsburg

Trump til reiðar við dómaratilnevning

Donald Trump fer ætlandi at tilnevna Amy Coney Barrett til nýggjan hægstarættardómara, eftir at Ruth Bader Ginsburg andaðist í farnu viku.

Í farnu viku vóru gitingar um, hvørt Donald Trump fór at tilnevna ein nýggjan dómara beinanvegin fyri at tryggja ein greiðan konservativan meiriluta í rættinum, ella um hann hevði í hyggjuni at lata ta avgerðina liggja til eftir valið.

BBC sigur seg hava fingið váttað tíðindini, at Amy Coney Barrett, sum er ynskta valið millum tey sosialkonservativu í republikanska flokkinum, skal vera nýggi hægstarættardómarin, og hetta fer at merkja, at konservativir dómarar vera í stórum meiriluta í hægstarætti.

Í løtuni eru tríggir liberalir dómarar, og Amy Coney Barrett verður sætti konservativi dómarin, verður hon vald í rættin.

Og líkt er til, at hon verður vald. Amerikanski forsetin skal tilnevna hægstarættardómarar, men teir skulu samtykkjast av senatinum, og nú republikanski flokkurin eigur 53 av teimum 100 sessunum í senatinum, er ikki líkt til, at tað verður ein trupulleiki.

Umframt Amy Coney Barrett hevur Donald Trump eisini tilnevnt dómararnar báðar Neil Gorsuch í 2017 og Brett Kavanaugh í 2018.