Annar sviin er handtikin – hin er enn leysur

Ein 22 ára gamal svii er handtikin fyri spreingingina við Skattestyrelsen á Nørrebrúgv í Keypmannahavn. Ein annar skuldsettur svii er enn leysur

Mynd: Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix

Mynd: Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix

Tveir sviar vórðu í gjár skuldsettir í sambandi við spreingingina við Skattestyrelsen í Keypmannahavn. Tað upplýsir Jørgen Bergen Skov, sjefpolitiinspektørur hjá Københavns Politi á tíðindafundi í morgun.

– Báðir eru mistonktir fyri at vera gerningsmenn handan spreingina við Skattestyrelsen, sigur hann.

Annar maðurin, ein 22 ára gamal, varð handtikin í Malmø í gjár og skal nú útleverast til Danmarkar. Hann verður – tá hann kemur til Danmarkar – settur fyri grundlógaravhoyring, har ákærumyndugleikin fer at biðja um afturlætnar dyr.

Sambært svenska blaðnum, Kvällsposten, er tann 22 ára gamli ikki áður revsaður í Svøríki.

Hin maðurin, ein 23 ára gamal, er ikki handtikin enn, men er altjóða eftirlýstur.

– Vit hava í nátt rannsakað fleiri bústaðir í Svøríki. Her hava vit lagt hald á tað, sum vit halda er tann bilurin, sum gerningsmenninir brúktu, sigur Jørgen Bergen Skov.

– Av tí at ein gerningsmaður enn er leysur, vilja vit ikki siga ov nógv, tí tað órógvar kanningarnar hjá okkum, leggur hann afturat.

Hann vil ikki siga, hvat hevur ført løgregluna á sporið á teimum báðum sviunum. Sjefpolitiinspektørurin sigur tó, at løgreglan hevur havt eina »intensiva kanning«.

Jørgen Bergen Skov leggur harafturat dent á, at løgreglan enn heldur, at spreingingin við Skattestyrelsen ikki hevur samband við líknandi spreinging við eina nærpolitistøð á Nørrebro leygarnáttina.

– Tað er einki, sum bendir á tað, sigur hann.

Tað var týsdagin í síðstu viku, at eitt ógvusligt brak hoyrdist frá Skattestyrelsen við Nordhavn Station í Keypmannahavn. Duraparturin var sprongdur í stumpar.

Tíbetur fekk eingin skaða.

Løgreglan hevur upplýst, at spreingievni lá 60 cm frá durinum.

 

/ritzau/

Mynd: Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix