Annika Olsen ger ikki eftir boðum úr landsstýrinum

Áheitanin frá Jørgen Niclasen um at strika lønarhækkingar, verður ikki gingin á møti, sigur hon

 

 

Áheitanin frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um at strika lønarhækkingar  hjá starvsfólki, verður ikki gingin á møti.

Tað sigur Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, í eini fráboðan beint nú.

Hon sigur, at ein aheitan er komin úr fíggjarmálaránum um at strika lønarhækkingar, sum eru avtalaðar í sáttmálum, sum eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Samstundis vísir hon á, at tann 14. marts varð tvey ára sáttmáli gjørdur ímillum kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya. Hesin sáttmáli var við afturvirkandi kraft frá 1. oktober 2019.

– Eg skal boða frá, at eg sum forkvinna í kommunala arbeiðsgevarafelagnum ikki vil ganga hesari áheitan á møti við at nullstilla sáttmálan við Føroya heilsuhjálparafelag, sigur Annika Olsen.