Apple fær milliónabót fyri at gera iPhone seina

Apple viðgekk í 2017 at hava gjørt iPhone seinni. Tað skuldi leingja um livitíðina, var frágreiðingin.

Apple kunnaði ikki viðskiftafólk nóg væl um, at dagføringar kundu gera telefonirnar seinri, sigur franskt eftirlit (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Apple kunnaði ikki viðskiftafólk nóg væl um, at dagføringar kundu gera telefonirnar seinri, sigur franskt eftirlit (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Amerikanski elektronikkrisin Apple hevur fingið eina bót upp á 25 milliónir evrur frá franska eftirlitinum fyri kapping og svik, DGCCRF.

Tað skrivar bretska BBC og tíðindastovan AFP.

Apple fær bótina fyri við vilja at hava gjørt eldri iPhone seinar uttan at upplýsa brúkaran um tað.

Nógvir iPhone brúkarar høvdu í longri tíð mistonkt Apple fyri at gera eldri telefonir seinni fyri at fáa fólk at keypa nýggja. Felagði segði tó, at tað varð gjrt fyri at leingja um livitíðina hjá telefonini.

Franskir ákærar lótu í januar í 2018 upp eina sak ímóti Apple.

– iPhone-eigarar høvdu ikki kunnað um, at tey høvdu gjørt telefonirnar seinar við at installerað dagføringarnar 10.2.1 og 11.2, sigur DRCCRF í eini fráboðan, skrivar AFP.

Málið ímóti Apple byrjaði eftir áheitan frá einum felagsskapi, sum stríðist ímóti júst slíkum, sum Apple hevði gjørt.

Bótin upp á 25 milliónir evrur svarar til góðar 185 milliónir krónur.

/ritzau/AFP

 

 

 

 

Apple kunnaði ikki viðskiftafólk nóg væl um, at dagføringar kundu gera telefonirnar seinri, sigur franskt eftirlit (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix