Arbeiðsgevarar undrast á avgerðina

Tað er undarligt at seta eina lóg í gildið sum bara skal galda í tveir mánaðir

 

 

Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við, at eisini tey, sum verða sett í sóttarhald, skulu hava rætt til at fáa sjúkudagpening.

Tað sigur felagið, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá landsstýrinum um at samtykkja tað. Uppskotið er til umrøðu í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum og tí sambandi hevur Arbeiðsgevarafelagið gjørt vart við seg.

Eftir ætlan skal lógin verða galdandi til 31. august, men afturfyri verður hon galdandi við afturvirkandi kraft, og sostatt verður hon í gildi frá 1. juli til 31. august.

Tey halda, at so leingi vit fáa fleiri tilburðir av koronu hvønn einasta dag, verða tað eisini alsamt fleiri fólk, sum skulu í sóttarhald í tvær vikur. Og í løtuni er tað nógv, sum bendir á, at tað framvegis vera í sóttarhaldi eftir 31. august, siga arbeiðsgevarararnir.

– Tí hevði tað verið meiri hóskandi at longd gildistíðina til 30. september, heldur arbeiðsgevarafelagið.