Arbeiðsvikan skal styttast

Tað skal loysa seg at arbeiða, ja! Men tað skal sanniliga eisini loysa seg at arbeiða minni hjá teimum, ið hava tørv á tí!

 

Tí skal lógarásetta arbeiðsvikan styttast næsta valskeið. Tað skal gerast við fullari lønarkompensasjón, og byrjast skal beinanvegin.

Ein tann ringasta fólkasjúkan í okkara parti av heiminum í okkara tíð er arbeiðsstrongd. Í friðarligu og at síggja til óstrongdu Føroyum er í so máta ikki petti frægari enn aðrastaðni. Tað vísa fleiri kanningar, sum gjørdar eru seinastu árini.

Fleiri fakfeløg hava tað sum sítt fremsta valynski, at arbeiðsvikan verður stytt, og at tað verður gjørt við lóg. Tað er onki forgjørt í tí, tí arbeiðsvikan er frammanundan ásett við lóg (Løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1978 um 40 tímars arbeiðsviku), men hon er ikki endurskoðað ella eftirmett í tey 41 árini, hon hevur verið í gildi.

37 ella 35 tímar
Ynskini, sum fakfeløgini hava sett fram, hava ljóða upp á annaðhvørt 37 ella 35 tímars arbeiðsviku. Tað má politiska skipanin í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum so finna út av. Sjálvur haldi eg, at lopið frá 40 tímum um vikuna niður á 35 kanska er í so langt at taka í einum. 37 ljóðar meira skynsamt – í øllum førum sum ein løgasteinur, áðrenn tað kanska seinni verður farið niður á 35 tímars arbeiðsviku.

Tað eru tó sáttmálaøki, har tað sagtans kann argumenterast fyri, at arbeiðsvikan er styttri enn tað, sum er alment galdandi. Í teimum yrkisgreinunum ber so til ígjøgnum sáttmálasamráðingar at stytta arbeiðsvikuna enn meira.  

Onki arbeiðsforboð
Nú fakfeløgini hava sett arbeiðstíðina í brennidepilin, hevur ein typisk mótreaksjón verið, at tað er óðamannaverk at stytta arbeiðsvikuna, tí trot er á arbeiðsmegi, og at tað fer at skaða okkara kappingarføri.

Argumentini halda ikki. Talan er jú ikki um at seta forboð ímóti at arbeiða meira, enn arbeiðsvikan ásetir. Arbeiðsgevarar, ið eru sinnaðir at gjalda yvirtíð, fara heilt vist at fáa fólk til arbeiðis, tá brúk er fyri tí.

Men hjá teimum, ið veruliga hava brúk fyri at seta ferðina niður, verður ikki vandi fyri, at trýst verður lagt á annaðhvørt samvitskuna ella pengapungin fyri at fáa tey at arbeiða meira, enn tey hava hug ella orku til.

Tríggjar tímar í fýra ár
Í Danmark hava kollektivu sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum tryggjað eina arbeiðsviku upp á í mesta lagi 37 tímar síðani 1990. Lopið frá 40 tímum hendi tó ikki í einum. Tað byrjaði í 1985, tá farið var niður í 39 tímar, og stutt eftir samdust partarnir á arbeiðsmarknaðinum har um at skarva tveir tímar av arbeiðsvikuni afturat yvir fýra ár.

Sæð í tí ljósinum er tað eitt hóskiligt mál at seta sær, at føroyska arbeiðsvikan er komin niður í 37 tímar, tá komandi valskeiðið er runnið. Tað er ein stytting av arbeiðsvikuni upp á ¾ tíma um árið í fýra ár.

Og vit byrja í heyst.

Betri arbeiðshugur
Tosa vit um effektivitet í privatari vinnu og á almennum arbeiðsplássum, so er sjálvandi okkurt niðara mark fyri, hvussu nógv arbeiðsvikan kann styttast, uttan at tað merkist á effektivitetinum. Men royndir í londunum rundan um okkum vísa, at við einari hóvligari gongd rætta vegin, so ØKIST effektiviteturin.

Meira frítíð og minni strongd elvir nevniliga til glaðari arbeiðsfólk við øktari arbeiðsorku og færri sjúkradøgum.

Ein ov ógvuslig stytting av arbeiðsvikuni (niður í 30 tímar) kann tó hava neiliga ávirkan á effektivitetin í almenna geiranum, vísa svenskar kanningar. Men aðrar kanningar vísa einmælt, at ein arbeiðsmarknaður við 35-37 tímars arbeiðsvíku er minst líka effektivur sum ein við 40 tímars arbeiðsviku.

Tí fer lønarkompensasjónin heldur ikki at ávirka kappingarførið – tí sama arbeiðsavrik liggur eftir, tó at arbeiðsvikan verður stytt.

Ein góð íløga
Um tað, at eitt høgt lønarlag skal hava negativa ávirkan á kappingarførið, er annars at siga, at tað er eitt uppáhald, sum alt ov ofta bara sleppur at standa ósvarað – sum ein ævigur sannleiki.

Prógv fyri tí øvugta skera okkum annars í eyguni hvønn dag.

Tí tað eru londini við teimum hægstu lønunum og bestu løntakarasømdunum, sum klára seg nógv best í heimshøpi, bæði vinnuliga og samfelagsliga. Tey eru heimsins ríkastu lond og hava tær bestu sosialu skipanirnar.

Láglønarlondini hinvegin, tey við óskipaðum arbeiðsmarknaðum, har løntakararnir hava ringast sømdir, klára seg ringast. Tey eru ikki kappingarfør, hóast lønarútreiðslurnar lutfalsliga bara eru ein brotpartur av tí, vit eru von við á okkara leiðum, og sosiali standardurin har er elendigur.

Soleiðis hevur tað verið í allar tíðir, og soleiðis fer tað eisini at vera frameftir.

Tí er ein íløga í góðar løntakarasømdir, styttri arbeiðsviku íroknað, ein góð íløga fyri alt samfelagið – ein íløga í góða fólkaheilsu og ein íløga í gott og støðugt kappingarføri.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi