Ardern fær aðru hvørja atvkøðu í New Zealandi

Andastøðan hevur ynskt Jacindu Ardern, forsætisráðfrú, tillukku við »einastandandi« valúrslitnum.

 

 

Forsætisráðfrúan í New Zealandi, Jacinda Ardern, fær trý ár afturat at stjórna landinum.

Tað er greitt, eftir at konservativa andstøðan hevur viðurkent valósigiurin.. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

– Við Jacindu Ardern, forsætisráðfrú, sum eg havi tosað við í telefon, havi eg sagt tillukku við valúrslitinum. Fyri tað einastandandi valúrslitið fyri Labour flokkin, sigur andstøðulleiðarin, Judith Collins í røðu í sjónvarpi.

Tá umleið 77 prosent av atkvøðunum eru taldar stendur Labour til at fáa stórsigur. Umleið 49 prosent hava sett krossin við Labour.

Heldur støðan sær, kann flokkurin skipa stjórn einsamallur.

Tað verður so fyrstu ferð síðani New Zealand broytti valskipan í 1996.

Bryce Edwards, politiskur viðmerkjari frá Victoria University í Wellington, lýsi gongdina sum »søguliga«.

Hetta er ein av størstu valsigrunum í 80 ára valsøguni hjá New Zealandi. Tað sigur hann sambært tíðindastovuni Reuters.

Ardern hevur verið sera væl umtókt undir koronukreppunni.

New Zealand stongdi skjótt og avgjørt niður í vár við nøkrum av heimsins strangastu tiltøkum. Tað hevur ført til, at oyggjalandið bara hevur staðfest 25 andlát av koronuvirus.

Mótsætt restini av heiminum er gerandisdagurin vanligur í New Zealandi. Tað hevur givið forsætisráðfrúuni stóra stuðulin.

New Zealand, sum hevur eitt fólktal upp á umleið fimm milliiónir, hevur í løtini 0 skrásettar smittutilburrðir í samfelagnum.

Allir smittaðir persónar eru í stóttarhaldi á hotellum.

Landið er tí eitt av fáu støðum í heiminum, har fólk ikki hava skyldu at ganga í masku ella halda frástøðu.

/ritzau/