Argentina byrjaði illa

Copa America var skotið í gongd í nátt

Mynd:ESPN

Mynd:ESPN

Størsta altjóða fótbóltskappingin í Suðuramerika var skotin í gongd í gjár. 

Copa Amerika byrjaði hesaferð við at heimtjóðin úr Brasilia tók ímóti Bolivia. Brasilia er ein av stórfavorittinum til at vinna kappingina, og í gjár var onki ivamál.

Brasilia vunnu dystin 3-0. Málskjúttarnir vóru Phillipe Coutinho (50 min og 53 min), og ungi Everton Soares (85 min).

Tann stóri dysturin í gjár var ímillum Argentina og Colombia. Argentina hava seinastu árini havt tað trupult í hesi kappingini, men í 2016, tá kappingin var seinast, taptu teir finaluna ímóti Chile.

Argentina hava havt tað trupult í upphitingini til kappingina, men á papírinum hava teir nógvar góðar leikarar, ið veruliga kunnu gera seg galdandi í kappingini, og teir eru hóast alt eitt av teimum landsliðinum, ið man væntar hava ein møguleika at vinna kappingina.

Í gjár taptu Argentina 2-0 ímóti Colombia. Argentina vóru ikki vandamiklir á nakran hátt, og tað var heilt uppiborið at Colombia fór avstað við sigrinum. Málskjúttarnir vóru Roger Martinez (71 min) og Duvan Zapata (86 min)

Ein dystur avtrat var spældir í nátt ímillum Venezuela og Peru, hann endaði 0-0.

Mynd:ESPN