Aston Villa-Liverpool væntandi avlýstur av Korona-ávum

Ein stórur partur av hópinum hjá Aston Villa hevur fingið staðfest Koronu, og tí er væntandi, at FA Cup dysturin Aston Villa-Liverpool verður avlýstur

Jürgen Klopp og Liverpool skuldu eftir ætlan spæla FA Cup dyst móti Aston Villa fríggjakvøldið, men av Korona-ávum verður dysturin helst avlýstur

Jürgen Klopp og Liverpool skuldu eftir ætlan spæla FA Cup dyst móti Aston Villa fríggjakvøldið, men av Korona-ávum verður dysturin helst avlýstur

Fleiri spælarar og fólk í toyminum kring hópin hjá Premier League felagnum, Aston Villa hava fingið staðfest Koronu seinastu dagarnar. Hetta staðfestir Aston Villa á heimasíðu sínari.

Tey sum hava fingið staðfest Koronu eru øll farin í sóttarhald, og Aston Villa hevur valt at steingja venjingarøkið. Aston Villa hevur ikki sett navn á hvørjir spælarar eru smittaðir av Koronu.

Venjingin undan ætlaða FA-Cup dystinum móti Liverpool komandi fríggjakvøld er eisini avlýst. 

Aston Villa er í samrøðum við enska fótbóltssambandið, FA og Premier League. FA tekur avgerð í seinasta lagi fríggjadagin um hvørt FA Cup dysturin skal avlýsast. 

Seinnapartin í dag boðaði Premier League felagið, Southampton frá, at teirra FA Cup dystur móti Shrewsbury Town er avlýstur aftaná staðfest er, at fleiri í hópinum hjá Shrewsbury hava fingið staðfest Koronu-smittuna.

Høvuðsvenjarin hjá Premier League felagnum, Burnley, Sean Dyche boðar eisini frá, at nakrir spælarar hjá honum eru farnir í sóttarhald, tí hesir eru smittaðir við Koronu. Burnley skal spæla FA Cup dyst móti MK Dons leygardagin, og skal møta Manchester United í Premier League dysti, ið er settur at vera týskvøldið í komandi viku. 

 

 

Jürgen Klopp og Liverpool skuldu eftir ætlan spæla FA Cup dyst móti Aston Villa fríggjakvøldið, men av Korona-ávum verður dysturin helst avlýstur