Átta línuskip eru til fiskiskap

Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, men veðrið verður hampiligt.

Myndin av Sandshavinum, sum her landar í Havn, er tilvildarlig.

Myndin av Sandshavinum, sum her landar í Havn, er tilvildarlig.

 

Í løtuni eru fýra ísfiskalínuskip til fiskiskap. Tey fáa mest av toski, longu og brosmu.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at ísfiskalínuskipini koma inn at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni sum kemur.

Umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini fýra frystilínuskip til fiskiskap undir Føroyum í løtuni, harav eitt helst kemur inn at landa mánadagin. Trý frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi. 

Útlitini til útróður eru ikki tey bestu í løtuni, tí streymurin harðnar, sum næsta vika gongur. Men, veðrið verður hampiligt, og tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.

- Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.

 

 

Myndin av Sandshavinum, sum her landar í Havn, er tilvildarlig.