Avgerðin má takast nú

– Vit kunnu ikki hava hetta hangandi í luftini longur, sigur formaðurin í Lærarafelagnum

 

 

Tað kann næstan sigast við fullari vissu, at tað verða ongar próvtøkur í skúlunum kring landið í summar.

Í hvussu so er hevur formaðurin í Lærarafelagnum lítlar og ongar vónir um tað.

Men hann heldur, at avgerðin má takast nú, og fylgja myndugleikarnir hansara tilmæli, skal rættiliga nógv passa saman, áðrenn tað ber til at hava próvtøku.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, heldur, at fyrsta treyt fyri at kunna halda próvtøkur í summar, er at næmingarnir kunnu fáa eina óskerda og fullgóða undirvísing frá triðja páskadag, til í summar.

Hann ásannar, at í dag er undirvísing á netinum, men hann heldur ikki at hetta, upp á nakran máta, kann kallast ein undirvísing, sum er nóg góð til at næmingarnir kunnu ara til próvtøku á tí grundarlagnum.

Men nettupp tað heldur hann, at tað eru ógvuliga smá útlit fyri.

Myndugleikarnir hava nevniliga boðað rættiliga týðiliga frá, at hóast tað kanska verður farið undir at lata samfelagið upp aftur eftir páskir, skulu vit framhaldandi halda fast um, at heilsufakligu tilmælini um at vit skulu vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum, og at vit skulu í mesta lagi vera 10 saman í bólki.

– Verða hesar treytirnar framvegis galdandi eftir páskir, forbjóðar tað seg sjálvt at hava eina óskerda undirvísing, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. 

So má árskarakterurin eisini galda sum próvtøkukarakterur. Tað er ikki besta loysnin - men í hesi støðuni er tað á so nógvum økjum, at vit ikki hava ta bestu loysnina, leggur hann afturat.

Men í flestu førum er árskarakterurin ein góð mynd av støðuni hjá næmingunum, men tað eru nakrir fáir næmingar, sum eru í eini støðu, har próvtøkukarakterurin hevur størri týdning. Tey dømini mugu vit so taka støðu til frá næmingi til næmingi, leggur formaðurin afturat.

Hann sigur, at tað er eisini sannlíkt, at vit koma í ta støðu, at bæði næmingar og lærarar verða settir í sóttarhald, kanska heilir flokkar og heilir skúlar.

Og so mugu vit eisini hava í huga, at vit hava bæði næmingar, og lærarar, sum eru í vandabólki, og sum sostatt ikki mugu verða raktir av korona.

Sum heild eru sostatt ógvuliga smá útlit fyri, at vit kunnu hava eina óskerda og fullgóða undirvísing, út í eitt til í summar, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Men hann heldur, at myndugleikarnir mugu taka eina avgerð nú, fyri páskir, so at vit fáa frið á økinum, tí vit kunnu ikki hava hetta hangandi í luftin longur. Tað kunnu vit hvørki bjóða lærarum, ella næmingum, leggur hann afturat.