Avstralia steingir landamørkini

Avstralia steingir landamørkini fyri øllum, sum ikki búgva í landinum.

Scott Morrison, forsætisráðharri í Avstralia

Scott Morrison, forsætisráðharri í Avstralia

Tað upplýsir landsins forsætisráðharri, Scott Morrison, á tíðindafundi í morgun klokkan fimm okkara tíð.

Landamørkini verða stongd í annaðkvøld klokkan 22 lokala tíð, sum er klokkan 10 í morgin okkara tíð.

Mørkini verða stongd vegna hækkandi talið av smittaðum við koronavirus í landinu.

Sambært avstralska miðlinum Sydney Morning Herald eru 636 fólk skrásett sum smittað. Seks teirra eru deyð av sjúkuni Covid-19, sum er sjúkan, tú fært av virusinum.

– 80 prosent av smittutilburðunum í Avstralia er úrslit av, at nøkur eru smittað uttanlands ella hava havt beinleiðis samband við persón, sum er komin heim av ferð uttanlands, sigur Scott Morrisson.

/ritzau/

Scott Morrison, forsætisráðharri í Avstralia