Bakkafrost útsetir uppskot um útgjald av vinningsbýti fyri 2019

Orsakað av óvissuni av áhaldandi COVID-19 alheimsfarsóttini hevur nevndin í Bakkafrost P/F í dag avgjørt at afturkalla uppskotið um útgjald av vinningsbýti fyri 2019. Nevndin fer at leggja nýtt uppskot um útgjald av vinningsbýti fyri 2019 fram tann 25. august, tá ið úrslitini hjá Bakkafrost fyri fyrra hálvár verða løgd fram og óvissan orskað av COVID-19 væntandi er avhæsað nakað

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti

COVID-19 alheimsfarsóttin hevur ávirkað laksamarknaðin munandi, órógvað sølu, veitingar og flutningsleiðir sum heild. Tað leggja tey merki til í Bakkafrost.

– Støðan broytist alsamt og skapar stórar óvissur, sum óivað fara at halda á enn eina tíð. Óvissa støðan hevur sannført nevndina og stjórnina á Bakkafrost um, at ábyrgdarfullast er yvir fyri partaeigarum, starvsfólki og samfelagnum at útseta avgerðina um útgjald av vinningsbýti fyri 2019, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi.

Týdningarmikið er at veita vissu fyri, at Bakkafrost varðveitir smidleikan og fíggjarligu styrkina at halda fram við mongu íløguætlanunum.

– Hesar íløgurnar gera, at vit verða før fyri at vaksa framyvir og eru eisini av stórum týdningi fyri, at føroyski og skotski búskapurin koma fyri seg aftur aftan á kreppuna av alheimsfarsóttini, sigur leiðslan í Bakkafrosti.

Bakkafrost vísir á, at felagið hevur ein alstóran leiklut í samfelagnum og í at tryggja nøktandi matframleiðslu til heimsins borgarar.

– Hesin leikluturin hevur ongantíð verið týdningarmiklari enn í truplu tíðunum, sum heimurin stendur yvirfyri í dag. Tí er tað alneyðugt at tryggja stóra framleiðslu, og Bakkafrost hevur innført hópin av verndaratgerðum at tryggja heilsuna og trygdina hjá arbeiðsfólkunum, sigur Bakkafrost.

Bakkafrost leggur dent á, at Bakkafrost hevur eina sterka fíggjarstøðu og góða atgongd til kapital.

– Í desember 2019 endurfíggjaði Bakkafrost bankalánini hjá samtakinum við einari fulltryggjaðari 5ára lánirammu við eitt bankasamtak, ið fevnir um Nordea, DnB og Rabobank. Nýggja lániramman er áljóðandi 352 mió evrur og 100 mió pund, umframt at Bakkafrost hevur møguleika at økja rammuna við 150 mió evrum. Við árslok 2019 var rentuberandi skuldin hjá Bakkafrost 1.019 mió kr., og tøki peningurin var áljóðandi 2.470 mió kr. (uttan gagnnýtslu av møguleikanum at økja rammuna). Solvensurin var 65% við árslok 2019, sigur Bakkafrost.

Avgerðin í dag at útseta uppskotið um útgjald av vinningsbýti fyri 2019 broytir ikki politikkin um vinningsbýti hjá Bakkafrost, at 30-50% av vinninginum fyri hvørt partabræv skal verða útgoldið sum vinningsbýti.

Ársaðalfundurin verður hildin 3. apríl 2020, sum áður fráboðað.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti