Bara tveir korona-tilburðir í Grønlandi

Seinasta dagføringin vísir, at tað framvegis bara eru tvey fólk í Grønlandi, sum hava fingið staðfest korona-smittu.

 

 

 

Grønland hevur góð tíðindi í dag at bera, tá ræður um útbreiðslu av korona-smittu í landinum. Grønlendski landslæknin, Henrik L. Hansen, sigur í sínari nýggjastu dagføring í dag, at av 42 nýggjum kanningum, er eingin nýggjur korona-tilburður.

Soleiðis hava tey í Grønlandi framvegis bert tveir staðfestar tilburðir av korona-smittu. Landslæknin sigur, at hann hevur fingið 42 nýggjar kanningar aftur, sum serliga eru gjørdar í Nuuk, og allar royndirnar vóru negativar.

Tilsamans hava tey í Grønlandi tikið 83 royndir, sum tey hava fingið svar upp á, veit Sermitsiaq at siga frá grønlendska landslæknaembætinum. Um hetta verður samanborið við royndir gjørdar í Føroyum, nærkast vit nú teimum 2000 fólkunum, sum eru kannað fyri korona-virus.

- Vit eru nú rættiliga vís í, at vit ikki hava stóra smittuspjaðing av korona í Nuuk. Høvdu vit tað, hevði hetta eisini verið komið til sjóndar. Okkum vantar nú svar upp á 86 royndir aftrat, og vit vænta hesi svar ein av komandi døgunum, sigur landslæknin, Henrik L. Hansen.