Barnagarðar og barnaskúlar lata upp eftir páskir

- Vit koma at liva við avmarkingum í nógvar mánaðir aftrat, segði Mette Frederiksen á tíðindafundi í kvøld.

 

Danmark byrjar eftir páskir eina partvísa uppafturlating av samfelagnum. Tað segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, á tíðindafundi í kvøld. - Vit kunnu í dag avdúka fyrstu varisligu uppafturlatingina av Danmark, segði hon.

Forsætisráðharrin segði, at børn í barnagørðum og yngstu flokkarnir í barnaskúlanum so smátt byrja aftur í skúlunum hin 15. apríl. Hon segði, at talan er um skúlaflokkarnar upp til og við fimta flokk, sum byrja aftur. Eisini frítíðarskúlar lata uppaftur.

Mette Frederiksen segði, at øll sleppa ikki inn í barnagarðarnar og skúlarnar samstundis, tí talan er um eina stigvísa uppafturlating. Hon segði, at gerandisdagurin í barnagørðum og skúlum verður øðrvísi enn áður, og børnini skulu vera uttandura so nógv sum gjørligt.

Forsætisráðharrin segði eisini, at uppafturlatingin er treytað av, at fólk fylgja tilráðingunum um at halda frástøðu. - Treytin er, at tølini gerast stabil, og at okkara háttur at uppføra okkum er ábyrgdarfullur. 

Mette Frederiksen segði, at um tað eftir páskir fer at vísa seg, at fólk ikki longur eru ábyrgdarfull, eru boðini greið. Tá kunnu vit ikki lata Danmark uppaftur, legði hon aftrat.

- Vit koma at liva við avmarkingum í nógvar mánaðir aftrat.

Í Danmark eru 187 fólk deyð av korona-virus. Haraftrat hevur ein lítil minking verið, bæði í talinum av fólki, sum verða løgd inn á sjúkrahús - og á fólki, sum liggja í respiratori. - Hetta er ein støðug gongd. Tølini fyri innleggingar ganga rættan veg, segði Mette Frederiksen.

Hon vísti eisini á støðuna í øðrum londum og segði, at støðan í Danmark er ikki líka trupul sum í fleiri øðrum londum. - Einasta orsøk til hetta er, at vit hava tikið nakrar skjótar avgerðir, legði danski forsætisráðharrin aftrat.

Mette Frederiksen segði, at tá talan er um aðrar avmarkingar, sum hava verið og eru galdandi, verða hesar longdar fram til 10. mai. Tá ræður um stórar samkomur, verður forboðið galdandi til august. Tískil verða eingir festivalar og aðrar slíkar stevnur í summar.