Barnagarður og økistænasta samstarva um tilbúgving

Í Sandoynni samstarva barnagarður og økistænasta um korona-tilbúgvingina í sýsluni.

 

Barnagarðurin á Sandi og Økistænastan í Sandoyar sýslu hava gjørt avtalu um samstarv í samband við korona-tilbúgvingina.

Sum støðan er nú, eru fá børn í barnagarðinum á Sandi. Í hesum sambandi eru starvsfólkini býtt upp í tveir partar.

- Ein partur er til arbeiðis í barnagarðinum, og ein partur er klárur at hjálpa til á eldraøkinum, um tørvur verður á tí.

Í Sands kommunu fegnast tey um hetta samstarv, samstundis sum tey takka øllum, sum vilja veita eina hjálpandi hond í hesum avbjóðandi tíðum.