Barsilsskipanin og mismunur

Tað er púra vanligt, at samfelagið og lógir broytast, og samstundis er tað vanligt, at lógir og skipanir mugu dagførast og nútímansgerast fyri at fylgja samfelagstørvinum. Samkynd eru ein partur av samfelagnum, og eins og hinskynd kunnu tey liva í parlagi, tey kunnu giftast og hava møguleikan at fáa ella ættleiða børn. Tí mugu okur dagføra lógir viðvíkjandi parlagsstøðuni hjá samkyndum við atliti til tey rættindi, ið barsilsskipanin gevur.

 

Ein samkynd kvinna svaraði so beinrakið, tá spurt bleiv um, hvør var maðurin í parlagnum: hon segði, at tað er ongin maður. Tað var líka sum endamálið við tí heila. Men eru børn við, so eru tey foreldur at børnunum, ikki maður og kvinna at børnunum.

Siðbundna familjan er ikki so einføld, tí tað er fleiri børn, sum liva saman við bert tí eina av foreldrunum. Familjumynstrið er einfalt. Men veruleikin er ein annar.

 

Foreldur óansæð

Kemur eitt barn inn í myndina, líkamikið hvussu, so verða samkynd pør foreldur at hesum barni. Okur kunnu ikki gera lógligan mismun á samkyndum pørum, tí okur ikki hava funnið útav, at tey bæði eru í parlagnum, og bæði eru foreldur.

 

Lógin skal dagførast nú

Okur mugu ganga á odda og dagføra lógarverkið, so ongin mismunur verður gjørdur. Verði jeg valdur, fari jeg sjálvandi at virka fyri, at hetta verður broytt beinanvegin. Hetta er ikki ein glíðibreyt til nakrastaðni, tí glíðibreytin er ein villleidd niðurstøða. Hetta snýr seg um at javnstilla samkynd pør og familjur við hinskynd pør og familjur, so tey hava somu møguleikar at fara í barsil.

 

 

Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni Javnaðarfloksins