Bátafestivalurin og várdagar útsett

Bátafelagið á Toftum, sum fyriskipar árliga bátafestivalin, hevur valt at útseta bátafestivalin í ár til 20. juni.

Avgerðin er tikin orsakað av koronasmittuni, siga fyriskipararnir.

– Vit vilja hava ein góðan og hugnaligan bátafestival og tað er ikki møguligt, nú Korona COVID-19 ger um seg í Føroyum.

– Vit vilja fylgja ráðunum frá mynduleikunum og at samlað túsund fólk á Bátafestivali á Toftum, er ikki rætt at gera í løtuni.

Somuleiðis hevur Nes kommuna tikið avgerð um at útseta øll tiltøk, teirra millum várdagar.

– Vit fylgja gongdini við Korona smittuni og kunning kemur komandi tíðuna, um hvat verður á skránni til Bátafestivalin á Toftum og til Várdagarnar hjá Nes Kommunu, siga bátafelagið á Toftum og Nes kommuna, sum kortini vóna at skipa fyri ymiskum tiltøkum undan bátafestivalinum.