Batman 80 ár

Í ár eru 80 ár síðani Batman á fyrsta sinni var í teknirøð.

Fjepparar um allan heim nýttu í gjár høvið at ynskja til lukku.

Bat-teknið sást á bygningum í fleiri býum, t.d. Melbourne, Sao Paolo, Rom, Berlin og sjálvsagt í heimbýnum hjá Batman, Gotham City, altso New York.

Føðingardagurin hjá Batman verður hvørt ár hildin 3. leygardag í september, hóast fyrsta teknirøðbókin sigst vera komin út í mai mánað.