BBC: Bretska stjórnin klár at útseta brexit enn einaferð

Bretska stjórnin er til reiðar at biða ES um enn einaferð at útseta brexit, um ikki ein avtala verður gjørd 19. oktober.

Tað vísa skjøl, sum stjórnin hevur latið einum skotskum dómstóli. Tað upplýsir BBC.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur annars treiskur hildið uppá, at bretar fara úr ES tann 31. oktober – við ella uttan avtalu.

Samstundis er ein nýggj lóg undirskrivað. Hon merkir, at Johnson er tvungin til at biða ES um at leingja limaskapin, um ikki ein skilnaðaravtala millum bretar og ES er komin upp á pláss innan 19. oktober.

Hóast lyftið um at fremja brexit 31. oktober hevur Boris Johnson samstundis lovað, at hann fer at halda lógina.

BBC upplýsir, at bretskja stjórnin hevur latið einum skotskum dómstóli skjøl í sambandi við eitt mál, har mótstøðufólk av brexit vilja hava rættarinnar orð fyri, at Boris Johnsen skal halda nýggju lógina.

Av skjølunum framgongur, at Johnson góðtekur, at hann er tvungin til at biða um eina útseting, hum ikki ein avtala verður gjørt í seinasta lagið 19. oktober.

Mikudagin sendi Johnson eitt uppskot um eina brexitavtalu til ES.

Í meira enn trý ár hava bretar stríðst fyri at sleppa úr ES.

Í juni 2016 atkvøddu 51,9 prosent av bretunum fyri at fara úr evropiska felagsskapinum. 29. mars í 2017 boðaði táverandi forsætisráðfrúan, Theresa May, alment, at Bretland fer úr ES.

Síðani er tað ikki eydast bretksa tjóðartinginum at semjast um eina avtalu, sum leggur føst framtíðarinnar viðurskifti millum bretar og ES.

Theresa may gjørdi eina avtalu við ES í november, men varð tríggjar ferðir avvíst við atkvøðugreiðslu í bretska Undirhúsinum.

Boris Johnson gjørdi vart við seg í valstríðnum fram ímóti fólkaatkvøðuni í 2016 sum ein av mest víðgongdu brexitfjepparum.

 

/ritzau/Reuters