Beinta Klakstein stillar upp fyri Sjálvstýri

Sjálvstýri kann í kvøld boða frá, at Beinta Klakstein verður valevni til løgtingsvalið. Beinta er 40 ára gomul og er útbúgvin námsfrøðingur og starvast sum leiðari í frítíðarskúla. Harumframt er Beinta býráðslimur í Klaksvíkar Býráð fyri Sjálvstýri.

- Eg ynski at bjóða meg fram til hetta løgtingsvalið, tí eg meti, at tað eru nøkur mál, sum ikki fáa pláss í hesum valstríðnum, men sum eg haldi eiga at fáa hægstu raðfesting.

Beinta sigur víðari, at hon ynskir at vera ein rødd hjá teimum samfelagsbólkunum, ið eru ringast fyri.

- Eg haldi at vælferðin í okkara landi ikki skal síggjast útfrá asfalti og betongi, hóast tað eisini hevur týdning, men vælferðin skal fyrst og fremst síggjast útfrá, hvussu teir samfelagsbólkar, sum eru ringast fyri og sum ikki hava eina rødd, hava tað.

 

GÓÐAR UMSTØÐUR OG NORMERINGAR

- Eg ynski at tosa um umstøðurnar hjá teimum, ið av ymiskum orsøkum eru noydd til at vera í tilboðnum, tey ikki hava biðið um. Eg hugsi um tey sum bera brek, børnum, sálarsjúkum og eldri. Hvussu er innihaldið í teirra gerandisdegi og hvussu eru umstøðurnar og normeringar úti á hesum tilboðum! Tað verður alt ov lítið tosa um hesu viðurskifti.

Sjálvstýri fegnast um at fáa Beintu við á liðið, og vit síggja fram til eitt spennandi valstríð!