Bestu karmar til ítróttin, tí tað gagnar okkum øllum

Heilsan. Sálarheilsan. Børnini.

 

Hesi eru helst uttan samanbering tað týdningarmesta fyri okkum menniskju, sama hvussu lív okkara annars sær út.

 

Alt hitt, sum vit vanliga raðfesta høgt, fánar, um eitt av hesum trimum onkursvegna verður rakt.

Um heilsan fer at bila. Um vit ikki hava tað gott sálarliga. Ella um børn okkara ikki trívast, ikki mennast ella hava tað svárt sosialt.

 

Tí ræður sjálvandi fyrst og fremst um at tryggja hesi trý – heilsu, sálarheilsu og børnini - eisini frá politiskari síðu.

 

Eitt upplagt stig á leiðini er at eggja til ítrótt og rørslu, tí tað er væl og virðiliga prógvað, at ítróttur og rørsla eru góð fyri heilsuna, fyri sálarheilsuna – og fyri børnini. At íðka og røra seg er bæði fyribyrgjandi, linnandi og lekjandi. Tað heldur børnunum á eini góðari leið, har tey mennast bæði kropsliga, mentalt og sosialt, samstundis sum tað heldur teimum frá øðrum meiri ivasomum leiðum, sum lítið gott hava við sær.

 

Fyri at eggja børnum og ungum til at íðka – og geva øllum møguleika at luttaka á jøvnum føti - vil Javnaðarflokkurin stuðla hugskotinum um sonevnda »Frístundakortið«. Tað fungerar sum eitt gávukort frá myndugleikunum, ið verður nýtt til at rinda limagjaldið til eina ítróttargrein, sum einstaka barnið sjálvt velur.

 

Karmarnir um ítróttin mugu dagførast

Hartil eiga vit í nógv størri mun at raðfesta og dagføra karmarnar um ítróttin. Tað fer at gagna okkum á so mangar hættir.

 

Tí umframt at vera besta íløgan í góða heilsu, sálarheilsu og børnini, so eru føroysku ítróttarfólkini eftir mínum tykki eisini bestu umboðini uttanlands.

 

Føroyingar standa seg væl í stórt sæð øllum ítróttargreinum, bæði í vanligum altjóða kappingum, í Parasport og til Special Olympics.

 

Fyri tað góða umdømið, tey skapa okkum úti í heimi, skylda vit teimum bestu umstøður her heima.

 

Tað er til dømis burturvið, at hondbóltslandsliðið skal spæla sínar heimadystir í Danmark – og hava stórar eykaútreiðslur av tí - tí vit ikki hava tryggjað teimum nøktandi umstøður her heima.

Ein multihøll má tí byggjast, sum kann gagna fleiri ítróttargreinum. Hon fer hartil at verða samfelagsgagnlig, um hon eisin kann nýtast til ráðstevnur, venjingarlegur, konsertir og annað virksemi.


Tí tá úrmælingar okkara koma heim frá altjóða kappingum við topp úrslitum - og soleiðis draga altjóða uppmerksemi móti okkara lítla landi - eiga vit at løna teimum við betraðum kørmum og umstøðum.

Eg vil stríðast fyri at raðfesta karmarnar til ítróttin, tí vit longu nú síggja, hvussu positivu ringarnir av ítrótti og rørslu breiða seg um alt samfelagið – bæði fyri okkum sum einstaklingar og fyri okkum sum tjóð.

 

Tað er eftir mínum tykki vinn-vinn at gera íløgur á hesum øki – og gagg-gagg ikki at gera tað.

 

Djóni Nolsøe Joensen,

Valevni fyri Javnaðarflokkin