Betri busssamband og fleiri pendlarapláss

At koyra buss, er betri fyri umhvørvið, enn at ferðast í einkarbili. Í bussinum ber harumframt til at slappa av ella at fáa sær eitt gott prát við onkran annan ferðandi.

Broytta undirstøðukervið, færri sjóleiðir og fleiri tunlar færa at gera, at bæði vinnan, ferðavinnan, privatkoyring og almenn koyring fara at at broyta ferðamynstrið munandi, og m.a. fer talið av pendlarum at økjast munandi. Hetta seinna hendir m.a.  tí, at nýggj ferðasambond lata upp fyri nýggjum møguleikum, soleiðis at tað er lættari at ferðast millum heimið og eins dagliga virksemi.

Tí skulu pendlarapláss gerast á sentralum støðum fyri at stuðla undir pendlanina og gera tað lættari at koyra saman.

Nakrir hentleikar eiga at vera tøkir á teimum størru pendlaraplássunum sum eitt nú ruskspannir, bíðirúm, vesi, parkering og hentleikar til m.a. at seta súkklur frá sær.

Eitt pendlarapláss er eitt knútapunkt, har tveir ella fleiri vegir møtast, og sum ger tað møguligt at skifta frá privatbili til buss ella eitt nú súkklu, ella at savnast við øðrum fyri at koyra víðari í einum bili.

Landsverk og Strandferðslan mæla til, at ein heildarætlan fyri pendlarapláss verður gjørd í samstarvi við viðkomandi kommunur. Somuleiðis, at hesi verða staðsett strategiskt, soleiðis at møguleikarnir eru fleiri at koyra við hvørjum øðrum ella, at nýta almennu flutningsmøguleikarnar. Tað vil siga bæði bussar og ferjur. Harafturat skulu hentleikar vera til súkkling, soleiðis at fólk trygt kunnu seta súkkluna frá sær á hesum plássum og eisini at kunnu taka súkkluna við í bussin.

 

Hesum fari eg at arbeiða fyri, verði eg vald í Løgtingið.

 

Marin Katrina Frýdal,

valevni fyri Tjóðveldi.