Betri samtakið letur 200.000 kr. til Reyða kross

Peningurin er latin til hjálparnetverkið hjá Reyða krossi, sum veitir ókeypis hjálp í sambandi við korona-kreppuna, millum annað sálarliga ráðgeving frá løggildum sálarfrøðingi, at flyta fólk í heimauppihald og sóttarhald, at stuðla og práta við fólk, sum eru einsamøll ella í sóttarhaldi, at vegleiða fólki, ið ikki skilja føroyskt, umframt mat- og klædnahjálp og hjálp í sambandi við praktiskum uppgávum so sum innkeypi og at ganga túr við hundum. 

– Vit í Reyða Krossi eru sera fegin um, at Betri upp á stutta tíð vildi veita okkum stuðul, sum ger tað møguligt at hava Hjálparnetverkið í hesi serligu kreppustøðu. Við sjálvbodnari og professionellari orku tálmar og bøtir Hjálparnetverkið hjá Reyða krossi um menniskjaliga neyð og samfelagsligar avbjóðingar, ið standast av korona her í Føroyum. Stuðulin frá Betri Stuðulsgrunninum tryggjar, at Hjálparnetverkið fær hjálpt føroyingum komandi tíðina. Hesin stuðulin er tískil kærkomin, og eru vit í Reyða krossi sera takksom, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða krossi.

– Sum serføroyskt samtak, letur Betri gjøgnum Betri Stuðulsgrunnin burtur av yvirskotinum í samtakinum til vælgerandi endamál í føroyska samfelagnum – serliga til sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi og tryggleikaskapandi endamálum. Betri hevur í sambandi við korona-kreppuna, umframt stuðulin til Reyða Kross, latið 10 mió. kr. í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið, skrivar Betri.